Randi hjálpir sperdum familjum
Randi Waag Jacobsen hevur saman við manninum nú í nøkur ár borið út mat og annað til sperdar familjur. Hetta ger hon umvegis telefon, Facebook, Messenger, egna postkassa, ja, upp á allar hugsandi hættir, har hon hevur virkað sum millumlið millum tey, sum treingja, og tey, sum fegin vilja lata mat og annað, sum tey meta seg hava nóg mikið av. Norðlýsið hevur tosað við Randi í hesum sambandi, nú jólini standa fyri framman.
- “Eg og Magnus hava altíð býtt út av onkrum av tí, vit hava. Til dømis tá vit hava kent onkran, sum ikki hevur tað stóra. Vit hava ongantíð hjálpt við pengum, men við mati. Eitt nú hava vit verið á seiðabergi og síðani gjørt frikadellur ella líknandi úr fonginum, sum vit so hava givið víðari.
Tørvurin økist
Í fjør bleiv eg so kontaktað av einari, sum hevur bólkin “Yvirskot til tín” á Facebook, og hon vildi vita, um eg kundi hjálpa henni við til dømis kalendaragávum, innsavning av klæðum og líknandi, og eg byrjaði so spakuliga. Tá eg hevði skrivað eitt sindur um tað, komu fólk við klæðum og gávukortum, og enntá kom okkurt reiðarí við einum 20-30 jólagávum. Tá vit fingu gávukort, so fóru vit javnan at keypa inn fyri fólk, og vit eru á tann hátt komin at kenna fleiri, sum endarnir ikki røkka saman hjá, og kunnu tí seta okkum inn í teirra tørv.
Síðstu árini havi eg verið øgiliga sjúk. Eg havi havt ilt í rygginum, ikki kunnað gingið uttan antin rollator ella stav, og tað var bara av tvørskapi, at eg í heila tikið kundi ganga. Mjødnin var gingin fyri, og eg varð opererað í henni og fekk eina nýggja mjødn. Tá var neyðugt at taka pausu í eina tíð, men hugurin vendi skjótt aftur, og tá eg varð frísk og lítla og onga pínu hevði longur, fekk eg hug at fara í gongd aftur.
Men tað, sum av álvara gjørdi, at eg fór í gongd aftur, var, at eg bleiv uppringd av einari, sum hevði hjálpt til okkurt árið, sum segði, at hon hevði vunnið 5 kg av flaki og fegin vildi geva mær tað. Tað kom eitt sindur óvart á meg, tí eg var sum so framvegis í pausu, men tað fekk meg at hugsa, at um vit kunnu hjálpa fólki soleiðis, enntá uttan at tað kostar okkum sjálvum nakað, so eiga vit sjálvandi at gera tað.
Eg fór so inn aftur á bólkin og heitti á fólk, sum høvdu okkurt at lata, um vælsignað at gera tað, og bara á einum havnartúri bleiv eg uppringd um ikki færri enn 5 gávukort, sum eg kundi fáa. Eina aðra ferð................
Les alla greinina, sum stendur á www.nordlysid.fo