Rán fór til fiskiskap mánanáttina.

Teir skulu partrola saman við Hoyvík.

Skipið hevur sum verksmiðjuskip fingið góð 780 tons av makreli tillutað. 

Skipið Ran hjá Thor Fisheries hevur nú fingið fiskiloyvi.

Thor Fisheries keypti Ran úr Noregi fyri fimm milliónir krónur føroyskar.

Talan er um Háborg, sum var bygd í 1986 til Eiler Jacobsen, men sum longu í 1989 varð seld aftur til Noregs. 

Tað skrivar kvf.fo