RAN er leigaður at gera hvalateljingar
Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum gjørligt. Føroyar luttaka við tveimum skipum; Jákup Sverra og Ran.
Hetta er sjeyndu ferð at tær sokallaðu North Atlantic Sightings Surveys (NASS) teljingarnar verða gjørdar. Tað er felagsskapurin NAMMCO, sum samskipar teljingarnar. NAMMCO er ein felagsskapur í Norðuratlantshavi, ið umsitur hval og kóp.
Jákup Sverri, ið ger makrelkanningar í sjóøkinum við Føroyar, hevur fýra hvalaeygleiðarar við umborð. RAN er leigaður at gera hvalateljingar í sjóøkinum vestan fyri bretska og føroyska sjómarkið, og har eru átta hvalaeygleiðarar umborð, bæði føroyskir og útlendskir.
Havstovan samskipar føroysku luttøkuna. Føroysku skipini loystu hósdagin 27. juni. Meira kunning um kanningarar og hvussu gongst teimum ymisku skipinum at telja er at finna á NASS-North Altantic Sightings Survey 2024.
Myndinar eigur skipslistin.fo