Ragnar letur væl at útróðrinum, bæði við línu og snellu.
Gongur væl við útróðrinum
Ein av sjómonnunum, sum vitjaði básin hjá Sjómansmissiónini á Atlantic Fair í dag, er útróðrarmaðurin Ragnar Groth Mortensen á Tvøroyri. Hann eigur og rekur Tanganes, sum er ein 33 fót AWI bátur. Hann vitjaði messuna av áhuga fyri útgerð til bátar og fiskiútgerð, og so skuldi hann tosað við Univice/AWI-boats um okkurt til bátin.
Ragnar letur væl at útróðrinum, bæði við línu og snellu.
-Rúgvan av fiski hevur verið í lagið, men prísirnir hava verið sera svingandi. Til dømis hava vit upplivað, at hýsuprísurin hevur verið heilt frá 22 krónum og niður í 9 krónir, sigur Ragnar.
-Annars haldi eg tað sær dámligt út fyri fiskiskapin. Tað hevur verið óvanliga nógvur seiður síðstu tvey árini, og í ár var æti at síggja nógv fyrr enn undanfarnu árini. Tí vænti er fiskaríð, sigur hann.
-Tað er ikki vist allir útróðrarmenn eru samdir við mær, men eg tosi út frá mínum royndum. Tó skal sigast, at um menn ætla at rógva út, og fáa nakað burturúr, so skal veruliga hangast í, sigur Ragnar.
Honum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum, sum eisini eiga myndina