Prísirnir er nakað lækkaður, og serliga á hýsu
Vit eru takksamir og nøgdir við árið
Frystilínuskipið Stapin hevði eitt gott ár í fjør, ja, tað besta hiðartil. Alt gekk líkasum upp í eina hægri eind, og tí gjørdist árið gott.
-Árið gekk væl, bæði við fiskiskapinum og harafturat vóru fiskaprísirnir góðir. Tí hilnaðist árið væl. Gamla metið hjá Stapanum var uml. 46 milliónir krónur og í fjør fiskaðu vit fyri knappar 48 mill. kr. Tað sigur skiparin Jón Viðstein.
Tað skrisvar Føroyska Heimamissiónin á facebook - vanga sínum- Mynd Tj-myndir
-Vit royndu við Føroyar, harav ein túr á Føroya Banka. Harafturat gjørdu vit tveir túrar við Ísland og ein við Grønland. Vit eru takksamir og nøgdir við árið sum fór, sigur hann.
-Útlitini fyri hetta árið eru á leið tey somu, men prísirnir er nakað lækkaður, og serliga á hýsu. Kortini eru prísirnir brúkiligir, og tað er eisini neyðugt, tí útreiðslurnar eru hækkaðar, sigur Jón.
-Vit hava ikki dupulta manning, sum til dømis, Klakkur og Jógvan I. Tí steðga vit vanliga nakrar dagar millum túrarnar. Jákup Eli Eidesgaard og eg skiftast sum skiparar og hinir yvirmennirnir eru eisini annanhvønn túr. Vit hava fleiri dekkarar knýttir at skipinum, enn tørvur er á fyri ein túr. Teir skifta og avtala feriurnar sínámillum, so skipið altíð er mannað, sigur hann.
-Vit hava verið ein túr undir Føroyum í ár, og fingu 132 tons. Næsti túrurin verður undir Ísland. Undir Føroyum eru vit sum oftast 14 mans við, men nú vit fara til Íslands verða vit 16 mans, segði Jón Viðstein, við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð í gjár.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.