Postbáturin Ólavur komin til Nólsoyar
Í morgun klokkan 07.00 tók Pressarin hjá MEST við postbátinum Ólavi uppá sleip. Sum vit fyrra hava nevnt, so skuldi hann sleipast til Nólsoyar.
Tá vit fyrr í ár spurgdu nær Ólavur skuldi sleipast til Nólsoyar, segði ein av fyrireikarunum, at ætlanin var at sleipa bátin "tá ið tíð, veður og streymur ganga upp í eina hægri eind" og tað gjørdi tað so í dag.
Klokkan 11.00 kom Pressarin við Ólavi uppá sleip til Nólsoyar.
Tað er "Grunnurin fyri Ólavur VN138" sum eigur Ólavur, sum eisini hevur til endamáls at seta søguliga træskipið "M/S Ólavur" í uppruna stand. Tað skal gerast í Nólsoy.
MYNDARØÐ Birgir Waag Høgnesen