Poppy var eitt snotiligt far á vágni
Tá Týskland leyp á Norra í 1940 flýddu nógvir normenn til Føroya, Hetlands og Skotlands undan krígnum. Tað fyrsta norska fiskiskipið, sum kom, var Juvel, sum Ervig brøðurnir áttu. Teir komu til Føroya stórt sæð við ongum, men Kjølbro gav teimum útgerð upp á borg, so teir kundu fara til fiskiskap.
Poppy, sum sæst á myndini, var eitt annað av hesum skipum við fólki, sum rýmdu undan krígnum. Tað kom fyrst á Havnina, og við á ferðini vóru fleiri norskir offiserar. Norska marinan brúkti bátin í innanoyggjasigling í Føroyum undir krígnum, og tá kríggið endaði, keypti Kjølbro fyritøkan skipið at sigla við ísfiski og til farmasigling innanoyggja. Poppy varð unbygd og moderniserað í 1959, og tá var hon eitt snotiligt far.
Onkuntíð í 1960 árunum keypti O. C. Joensen fyritøkan á Oyri skipið, sum teir brúktu til m.a. skeljafiskiskap. Poppy varð upphøgd í 1999. og tá hevði hon tænt fyri seg.
Tað skrivar fyrrv. skúlastjórin á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, Jákup Andreasen á sínum facebook-vanga. Myndin er eisini frá Jákup.