Pelagos kann yvirtaka Partafelagið Faroe Pelagic
Partafelagið Pelagos kann uttan treytir yvirtaka Partafelagið Faroe Pelagic.
Tað er endaliga avgerðin hjá Kappingareftirlitinum, sum fyri trimum mánaðum síðani gjørdi av at kanna yvirtøkuna nærri.
Hetta var gjørt, tí fáir keyparar eru á viðkomandi marknaði, samstundis sum tað er ein lógarásett skylda at landa og avreiða um føroyskan bryggjukant.
Niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum er, at hóast marknaðarpartar og miðsavning geva ábending um, at virkna kappingin verður avmarkað av yvirtøkuni, vísir samlaða greiningin av kappingarligu umstøðunum, at yvirtøkan eigur at góðkennast.
Samstundis førir yvirtøkan við sær munandi virknisfyrimunir, tí nøgd og dygd á framleiðsluni verður betri.
Kappingareftirlitið metir, at virðið á hesum fyrimununum liggur millum 200 og 300 milliónir krónur.
Tað skrivar Hilmar Jan Hansen á kvf.fo