Ov seinur at venda burtur frá Flesjunum
Tað sigur Poli Mikkelsen, skipari á skúlaskipinum Draganum.
11 børn úr 6. flokki úr Frískúlanum Kelduni vóru umborð, tá skipið rak á Flesjarnar fyrr í dag.
Skúlastjórin í Frískúlanum Kelduni vil ikki úttala seg til útvarpið. Men í eini viðmerking verður sagt, at hendigin var skelkandi fyri børnini, men eingin fekk nakran kroppsligan skaða. Í morgin fáa børnini bjóðað kreppuhjálp.
Tað skrivar Kristianna Klein á kvf.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen