Ongar aldumátingar norðanfyri

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, nú várróðurin er byrjaður, at ongar aldumátingar eru norðanfyri.

– Av tí at ongar aldumátingar eru norðanfyri, vita teir smábátar, sum fara ígjøgnum Eiðisflógvan í myrkri, einki um, hvat møtir teimum úti á havinum, sigur Doru Tiberiu á Torvlaðnum, útróðrarmaður í Havn.

– Teir vita ikki, hvussu stór ella hvussu long aldan er, ella úr hvørjari ætt hon kemur, so tey royna seg fram. Nøkur eru noydd at venda aftur, um aldan er stór, onnur pressa seg fram í óvissu.

HOYR Doru Tiberiu á Torvlaðnum, útróðrarmann í Havn HER https://kvf.fo/netvarp/uv/2023/03/04/dalet-export-1585028

Doru Tiberiu á Torvlaðnum sigur, at hetta er í andstøgn við, at vit reypa okkum av veðurstøðum, veðurmonnum fyri milliónir og glansprogramm í sjónvarpinum, sum eru fyri fólk, ið allíkavæl sita heima í stovuni.

– Men vit kunnu ikki dagføra lívsneyðugar dátur frá aldumátara um vikuskiftið. Tað hendir ár um ár, og hetta er átaluvert, sigur útróðrarmaðurin.

Myndin omanfyri vísir, at ongar aldumátingar vóru at síggja fyri norðhavið í morgun, men klokkan 13 sóust mátingar aftur á heimasíðuni hjá Landsverki.