Nýggjur stjóri

Heini Hátún er settur at standa fyri arbeiðinum

99,5 prosent av Føroyum er hav. Meira enn 90 prosent av okkara útflutningi kemur úr sjónum, og vit liva øll tætt upp at havinum hvønn einasta dag. Tó vísir gransking, at samfeløgini í Norðuratlantshavi missa natúrliga og dagliga sambandið við havið. Tí er onki savn í Føroyum meira týðandi og upplagt enn eitt sjósavn.

Verandi sjósavn hevur síðani 2007 økt vitanina og áhugan hjá stórum og smáum fyri øllum tí, sum livir í havinum. Men karmarnir í gamla íshúsinum á Argjum eru alt ov trongir til at rúma tí stóra tørvinum á kunning um hesa veldugu og serstøku vistskipan, vit liva mitt í. Tí bað Sjósavnið í 2016, við stuðli frá Tórshavnar Kommunu, arkitektar99/LOFTI Arkitektar um at tekna eitt nýtt sjósavn.

 

Nýggja sjósavnið verður ein stásiligur bygningur beint við innsiglingina til høvuðsstaðin, ið fer at rúma fjølbroyttum virksemi. Tað skal vera ein altjóða vitanardepil fyri havumhvørvið í arktiska økinum. Fyrstu 25 mió í stuðli til byggingina eru fingnar til vega frá Tórshavnar kommunu og Betri Stuðulsgrunninum.

Eldsálin, Bjørki Geyti, ið setti Føroya Sjósavn á stovn og hevur staðið á odda fyri tí øll árini, hevur lagt frá sær fyri aldur. Í hansara stað er Heini Hátún settur at standa fyri arbeiðinum at projektera, byggja og reka nýggja sjósavnið. Heini hevur sera fjølbroyttar royndir. Útbúgvin innan virkisleiðslu og búskap í London og hevur arbeitt innan aling og sum verkætlanarleiðari á nógvum ymiskum økjum. Hann er íverkseti og hevur sett feløg á stovn, samstundis sum hann hevur verið sera virkin í ítróttarhøpi og í feløgum so sum Sílaveiðufelagnum.

Hetta seinasta árið hevur Sjósavnið eisini fingið nýggja nevnd við royndum fólki. Fyrsta uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at fáa fíggingina endaliga upp á pláss, umframt at fyrireika byggingina. Eisini vil Sjósavnið styrkja samstarvið við gransking, skúlar og dagstovnar, og sjóvinnuna.

Í næstum verður meira almenn kunning um verkætlanina. Tekningarnar síggjast heimasíðuni www.sjosavn.fo