Bátasavnið í Svínoy
Tað tað var 22. juni 2013, at stovnandi fundur var av bátafelagnum "Bjarnafossur" í Svínoy. Fundurin var hildin í lærarahúsinum í bygdini.
Navn felagsing er Bjarnafossur og heimstaðurin er í Svínoy.
Felagsins reglur.
Endamál felagsins er
- at ogna sær, seta í stand og varðveita gamlar svínoyarbátar,
- at ogna sær, seta í stand og varðveita hóskandi bygningar í Svínoy at húsa bátunum,
- at virka fyri umstøðum at varðveita gamla kynstrið at smíða bátar,
- at taka lut í øllum starvi til frama fyri føroyskt bátasið og bátamentan og
- at virka fyri vinnuligum møguleikum í Svínoy
Hesi vóru einmælt vald í nevndina í 2013: (helst broytt síðan)
Ólavur Hátún, formaður
Hanus Olsen, næstformaður,
Malla Djurhuus, kassameistari,
Poul Sivar Olsen, nevndarlimur
Marius á Geilini, nevndarlimur
Sum tiltakslimir vórðu vald:
Óli á Geilini, skrivari
Heilt síðan 2013 hevur felagið samla pening, til ætlanina.
Felagið fekk 30.000 í útoyggjastuðli í 2021.
Í løtuni hevur felagið eisini eitt tiltak á facebook-vanganum Svínoyingar