Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Heðin Abrahamsen, Tróndur T. Johannesen, Øystein Patursson og Knud Simonsen hava givið út vísindagrein í altjóða tíðarritinum Ocean Engineering.
Greinin, ið ber heitið "Optimizing volume estimation in aquaculture sea cages: A comparative study of calculation methods and sensor placement", viðger eina av stóru avbjóðingunum við at ala, har ábært er, nevniliga at streymur og alda kunnu broyta skapið á alinótunum og føra til minni pláss til laksin. Við at hava trýstmátarar á nótini ber til at fylgja við skapinum og frá tí rokna, hvussu stórt rúmið er.
Í greinini viðgera høvundarnir ymsar hættir at rokna rúmið í alinótum og lýsa hetta við dømum frá mátingum á eini alinót hjá Mowi á Sandsvág. Harafturat hava teir við simuleringum funnið fram til, hvussu nógvum trýstmátarum tørvur er á, og hvar á nótini teir skulu vera fyri at fáa nøktandi úrslit.
Greinin er partur av ph.d.-verkætlan, sum Heðin er í holt við, har hann simulerar aldugjørt rák nær landi. Hetta rák er ein stór hóttan móti alibrúkum. Knud Simonsen, havfrøðingur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og Øystein Patursson, stjóri í granskingar- og ráðgevarafyritøkuni RAO, eru vegleiðarar í verkætlanini, meðan Heðin Abrahamsen og Tróndur T. Johannesen eru granskarar á Firum.