Nýggj bók um sjómanskvinnuringarnar
Í fleiri ár hevur sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, arbeitt við eini bók um sjómanskvinnuringarnar, og hóskvøldið kundi ein glaður rithøvundur leggja úrslitið fram, tá ið bókin “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar” var framløgd til hugnaløtu í Løkshøll í Runavík.
Í bókini verður greitt frá teimum 70 føroysku sjómanskvinnuringunum í 65 bygdum og býum í Føroyum, og um tann í Reykjavík og í Hirtshals. Teir hava verið ryggurin í føroyskari sjómansmissión síðani 1928 og eru tað enn. Sjómanskvinnuringarnir eru kvinnur, sum ikki hava rópt hart, ikki sett ljóskastaran á seg sjálvar, men sum í tí stilla hava tænt Gudi og sjófólkinum og mangan havt meiri ”kraft enn orð”.
Til bókaframløguna greiddi Torleif Johannesen frá nøkrum av tí, sum hann hevði upplivað, meðan hann kannaði tilfar til bókina. Ása Jacobsen bar eina heilsu frá sjómanskvinnuringunum.
Perman er ein mynd av málningi, sum Livar Nysted hevur málað. Livar greiddi frá, hvørjir tankar lógu aftanfyri málningin. Seglið og gott tilfar hevur avgerandi týdning fyri manningina á eini slupp, segði Livar Nysted, og legði afturat, at fyri sjófólki hevði tað eins stóran týdning at hava góðan stuðul heima. Hann greiddi eisini frá eina hending ein jólaaftan, tá ið hann var umborð, varð serliga glaður fyri at fáa ein jólapakka frá sjómanskvinnuringunum.