Norskur trolari eftir trollemmum í Vági

Tveir føroyingar eru við

Í dag var norski trolarin Havtind á Vági eftir trollemmum frá Rock Trawldoors í Vági.

Tveir føroyingar eru við Havtind, annar teirra, Regin Brattaberg Absalonsen, er skipari. Regin er vágbingur, men hevur seinastu nógvu árini saman við familjuni búð í Båtsfjorden, sum er heilt norðalaga í Norra.

Tað skrivar sudurras.fo har fleiri myndir síggjast