Norðoya Bjargingarfelag vitjan av fleiri 10.flokkunum

Fleiri næmingar ynkstu at leypa á sjógv -MYNDARØÐ

Í seinastu viku hevði Norðoya Bjargingarfelag vitjan av 10. flokkunum í fólkaskúlanum í Klaksvík.

Dagurin byrjaði kl 09. har Poul Ivan Askham tók ímóti. Hann hevði eina stutta framløgu fyri næmingunum um virksemi felagsins og hvat fór at henda saman við okkum.

Síðan fóru vit við ZISKA norður í Ánirnar, har vit útloysti bjargingarbát. Hóast veðrið ikki var av tí allar besta, vóru fleiri næmingar ið ynkstu at leypa á sjógv.

Sí myndarøð niðanfyri. 

Tá teir vóru komnir á sjógv og upp í bjargingarbátin fingu teir frálæru um hvussu ein fyriheldur seg í einum slíkum báti og hvat fyri útgerð hann hevur.

Dagurin endaði kl 12 við eini felagsmynd.

Vit í Norðoya Bjargingarfelag eru sera glað fyri møguleikan at sleppa at vísa næmingunum virksemi og felag okkara og takka fyri ein sera góðan dag.

Tað skrivar Norðoya Bjargingarfelag á sínum facebook-vanga.