Nordafar eru privat ogn, og føroyska landsstýrið eigur sostatt ikki bygningarnar
Løgmansskrivstovan sigur, at bygningarnir hjá Nordafar eru privat ogn, og føroyska landsstýrið eigur sostatt ikki bygningarnar.
Hóast lyftir í 2016, er áskoðanin hjá føroyska landsstýrinum í dag, at grønlendskir myndugleikar eiga at taka sær av uppruddingini í Føroyingahavnini, skrivar Sermitsiaq sambært vp.fo.
Sermitsiaq hevur spurt Aksel V. Johannesen, sum eisini var løgmaður í 2016, um hann fer at halda sítt lyfti, sum hann gav Kim Kielsen í 2016, um at rudda Nordafar.
- Men nú hanga føroyingar sín hatt á lýsingina hjá Kaj Hjalgrímson, »Nordafar til salg«, frá nítiárunum, skrivar Sermitsiaq.
Løgmansskrivstovan hevur millum annað svarað Sermitsiaq soleiðis:
- Tað, sum ger hetta málið serliga torgreitt er, at bygningarnir á Nordafar í dag eru privat ogn, og føroyska landsstýrið eigur sostatt ikki bygningarnar. Í umhvørvislóggávum runt um í heiminum er galdandi eitt prinsipp um, at tann sum dálkar skal gjalda. Tað er tískil tann, sum eigur ognina, ið hevur ábyrgdina av at rudda á ognini.
Les greinina í Sermitsiaq her.
Tað skrivar Kári Mikkelsen á kvf.fo
Myndin eigur Eyð Dam