Mynduleikin og fíggingarstovnar trúgva ikki uppá okkum
Avbjóðingin við at meirvirka botnfiskatilfeingið í Føroyum er sum hjá teimum, ið ikki fáa fígging at byggja hús á smærri plássum.
Mynduleikin og fíggingarstovnar trúgva ikki uppá okkum. Teir trúgva bara uppá alivinnu og pelagiskavinnu. Tí har fáa teir størsta vinning.
Á mínun arbeiðsplássi royna vit at meirvirka fiskatilfeingið. Hóast fleiri er glað fyri hetta so er áhugin hjá mynduleikum ikki til staðar at útvega sær kunning um hvat vit gera.
Vit hava enntá síðani 2017 selt okkara meirvirkaðu fiskavørur í Danmark til endabrúkaran.
Vit kundu økt okkara framleiðslu enn meira, men forðingar av omanfyri nevndu eru truplar at loysa.
Tað sigur Jógvan Martin Hansen.