Myndarøð: Emerald komin á Havnina

Føroya Fiskimannafelag ynskir p/f Havborg hjartaliga til lukku við Emerald.

P/F Havborg, sum er eitt dóttirfelag hjá P/F Enniberg hjá Mortani Johannesen, vísti nýggjasta fiskiskipið í føroyska flotanum fram fyri stórari fjøld í dag. 

Tað er turskiska skipasmiðjan, Tersan, sum hevur bygt Emerald.

Maskinorkan á Emerald er 7500 kw trolarin er uml. 88 metrar langur og um. 18 metrar breiður. 

Fyri KVF í dag segði reiðarin at kostnaðurin er um 400 milliónir krónur.

Reiðarin segði, at ætlanin var at byggja ein rækjutrolara, men teir valdu eisini at seta maskinur umborð, so teir eisini kundu fiska botnfisk t.d í Barentshavinum. Skipið lastar umleið 1000 tons av rækjum. 

Teir fara nú á rækjuveiðu í Barentshavinum Skipari verður John Mikkjal Godtfred. 20 mans verða við.

Hoyr reiðarin tosa við KVF HER Emerald doyptur í Havn seinnapartin | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Myndir Birgir Waag Høgnesen