Myndarrøð og blaðgreinar: Tá Heinaberg koppaði
Djúpvatnstrolarin Heinaberg hjá partafelagnum Heinaberg á Strondum var nýbygningur nummar 43 hjá Skála skipasmiðju.
Strandingar høvdu tá eitt flakavirki sum kallaðist Bátafisk.
Heinaberg skuldi landa til Bátafisk.
Heinaberg koppaði, tá hann fór á sjógv á Skála Skipasmiðju týskvøldið 4. desember.
Fimm mans vóru umborð, tá óhappið hendi, men teir fingu ongan skaða.
Heinaberg var 48 metrar langur og 9,6 breiður. Hann tók 2900 tons.
Alt gekk ikki eftir ætlan tá Heinaberg skuldi sjósetast.