Myndarøð: Gadus komin á Klaksvík

Stúgvandi fult av fólki á bryggjuni í Klaksvík, tá Gadus kom um 14 tíðina í dag.

Tað er JFK sum hevur latið flakatrolaran Gadus byggja í Turkalandi.

Nýggi Gadus kostar umleið 450 milliónir krónur og er bygdur til at fiska í Barentshavinum, har Føroyar hava kvotur í bæði norskum og russiskum sjógvi.

Gadus er er 89 metrar til logdar og meir enn 18 metrar breiður.

Umborð kunnu teir framleiða fiskaolju og fiskamjøl, hetta er liður í at fáa alt til lands.

Myndirnar tók Birgir Waag Høgnesen.

Hoy her samrøður í samband at Gadus kom HER Framtíðin tongd at Russlands-sáttmálanum | Kringvarp Føroya (kvf.fo)