Tey fingu eitt øgiligt ódnarveður omanyvir seg
Sørvágssluppin “Keflavík” á Norðfirði á Eysturlandinum undir krígnum. Tá sigldu nógv føroysk skip fisk úr Íslandi til Bretlands.
Eitt árið komu eini 15 skip í neyð suðuri á Hornafirði. Tey lógu har og bíðaðu eftir fiski, men fingu eitt øgiligt ódnarveður omanyvir seg og fóru næstan øll á land.
Jøkulsáin úr Vatnajøkli rann stríð oman á sjógv. Tað gjørdi ikki støðuna betri. Flestu skipini fingust úr aftur sandinum, sum har er, men okkurt lá eftir.
Tað skrivar Jógvan Arge, nú hann útgevur bókina “Tey fóru til Íslands”.
Myndin er úr somu bók.