Minstalønin hækkar á nýggjárinum
Sum partur av samráðingunum, sum Føroya Fiskimannafelag hevði við Føroya Reiðarafelag og Felagið Nótaskip, var semja um, at partnarnir fingu í lag at hækka minstulønina.
Hetta er síðan lagt fyri Trygdargrunnin og er nú samtykt. (kunngerðin er nú lýst)
Minstalønin hevur verið 1100 krónur síðani 2018.
Nú fer hon upp í 1.275 krónur.
Minstuløn fáa fiskimenn, sum búgva í Føroyum og eru mynstraðir við fiskiskipi, sum er størri enn 30 tons og skrásett í Føroyum.
Minstalønin er nú 1100 kr. um dagin.
Hon dettur burtur, tá dagshýran er komin uppá 1100 krónur.
Trygdargrunnurin skrivar soleiðis:
Minstaløn verður veitt fiskimonnum við bústaði í Føroyum, sum eru mynstraðir við fiskiskipi, ið er størri enn 30 tons og skrásett í Føroyum.
Fyri at koma undir skipanina um minstuløn, skal skipið hava eina miðal dagshýru á kr. 550,- seinastu 12 mánaðirnar frammanundan túrin.
Minstalønin er kr. 1.100,- um dagin og verður hon skerd við 100% av hýruni fyri túrin. Minstalønin fellur tískil burtur, tá dagshýran er komin uppá kr. 1.100,-. Afturat minstulønini verður frítíðarløn veitt.
Minstaløn er galdandi frá tí degi farið verður, og til tann dagin komið verður aftur, tó ikki fleiri dagar enn brúktir eru sambært fiskidagaskipanini hjá Vørn.
Les kunngerðina her
Og á nýggjárinum hækkar minstalønin, so hon verður 1275 krónur.