MINNISVARÐAR Í ÍSLANDI VARÐVEITA OKKARA FISKIMANNASØGU

Søgan um teir kann nú lesast við QR kotu

Í juni 2023 hevði Sosialurin eina frásøgn um gravsteinin/minnisvarðan á Seyðisfjørðinum í Íslandi yvir teir, sum fórust við Riddaranum í 1927.

Seinni frættist at nú bar til at lesa alla hesa søgu á staðnum við eini QR kotu, sum er sett í ein blómuhaldara. Henda søgan er tikin úr bókini ”Havið tók teir”, sum hevur 21 frásagnir um vanlukkur á sjónum, sum hava kostað mannalív. 16 av teimum eru undir Íslandi.

Ein teirra sum hevur staðið á odda fyri hesum tiltaki er Høgni (hjá Einar) Mikkelsen í Havn við stuðul frá Lions Clubbunum í Føroyum. 

Hesin teksturin er frá heimasíðuni hjá rithøvundunum Óla Jacobsen. 

Les alla greinina her (í leinkini undir greinini fært tú opna hana í einum størri formati) :

TRÝST HER Minnisvarðar í Íslandi varðveita okkara fiskimannasøgu | olijacobsen.com