Hann trúði uppá stovnsrøkt og burðardygga veiðu, langt áðrenn tað hugtakið bleiv nútímans málburður.

Minningarorð um Hans Marius Joensen, fyrrverandi løgtingsmann

Hósdagin hin 26. septembur andaðist Hans Marius Joensen, fyrrverandi tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, 85 ára gamalur.

Hans Marius var føddur í Skopum hin 10. novembur í 1938. Foreldur hansara vóru Mia og Jens Pauli Joesen, bæði úr Skopun. Pápin var sjómaður og mamman húsmóðir.

Hans Marius fór ikki langa leið at finna sær konu. Hann giftist Torborg, fødd Thomsen, úr “uppi á Seltatrað” í Skopun, og búsettust tey “norðuri í Leirvíkini” í Skopun – býlingarnir eru uppkallaðir eftir plássunum, haðani tilflytararnir vóru komnir. Torborg andaðist fyri tveimum árum síðani.

Hjúnini fingu børnini Paulu Mariu, John Arna, Eiler, sála, Eyðstein, Anniku og Guðrið.

Hans Marius kom fyrstu ferð á ting í 1979 sum varamaður fyri Heðin M. Klein, ið gjørdist landsstýrismaður. Í 1980 varð Hans Marius beinleiðis valdur sum tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin umboðandi Sandoyar valdømi. Hesi somu árini var hann bygdarráðslimur í Skopunar kommunu. Hann var nevndarlimur í Fiskivinnuráðnum, og í fleiri ár sera virkin umframt formaður í felagnum Trolbátar.

Hans Marius var sjómaður, familjumaður og hann var fullveldismaður um ein háls. Áðrenn hann sjálvur gjørdist politikari, var hann stuðul hjá Erlendi Paturssyni, og var ein teirra, sum arbeiddu fyri at fáa fiskimarkið flutt út. Hann trúði uppá, at í rættindum til egið tilfeingi og egið land lá lykilin til vælferðina hjá føroyingum.

Sum ungur sigldi hann við íslendskum og norskum trolarum, og seinni róði hann út, bæði í Grønlandi og á heimaleiðum. Um miðjan aldur fór hann á skiparaskúla í Havn og tók skiparaprógv í 1977.

Hans Marius var sannur ígongdsetari. Sjógvurin var arbeiðspláss hansara gjøgnum eitt drúgt arbeiðslív. Blaðungur var hann farin til skips og hevði vunnið sær so fitt, at hann, bert 16 ára gamalur, saman við pápanum Jens Paula og beiggjanum Mouritsi, kundi fara undir at lata smíða tíggjumannafarið Tværsystrar, sum bátasmiðurin í Skopun smíðaði, og róðu teir út saman við bátinum. Seinni tók hann stig til at smíða Tveirbrøður, sum teir róðu út við í Grønlandi.

Feðgarnir og brøðurnir settu millum annað eisini pengar í Ólav Hvíta, ein línubát, sum varð bygdur í 1960, og nøkur ár seinni keyptu teir 20-tonsaran Sjóam úr Vági. Í 1970 keyptu teir 50-tonsaran Skarðhamar, sum legði um frá línu til trol, og við honum róði Hans Marius út í mong Harrans ár, heilt til 2006, tá báturin varð seldur. Hann dugdi illa at sita hendur í favn. Tá hann á seinni árum var uppilagstur vegna heilsuna, fekk hann bygt sær ein minni útróðrarbát í Íslandi, sum varð hansara seinasti. Hesin fekk eisini navnið Sjóam.

Hans Marius var ein av stigtakarunum til at fáa flakavirki í Skopun, og nú á ellisárum var hann við til at endurreisa pensjonistafelagið í bygdini.

Hansara nærmastu siga, at júst hetta var eitt lyndiseyðkenni hansara: “Er eitthvørt, sum eg kann gera her, so geri eg tað.” Eitt dømi var, tá yngsta dóttirin fór á læraraskúla í Havn og mátti av oynni flestu morgnar. Tá var einki fyri hjá Hans Mariusi og Torborg at leiða abbabørnini í barnagarð og annars taka sær av teimum, ímeðan mamman var av oynni og pápin til sjós. Fyri Hans Marius hevði tað týdning, at børnini skuldu læra, og at tey eisini røktu sínar skyldur, tað veri seg til arbeiðis ella í skúla.

Mangan, tá Hans Marius skuldi til arbeiðis í tinginum, og um tað ikki júst passaði við ferðaætlanina hjá Rituni, so stimaði hann um Skopunarfjørð til Kirkjubøar, haðani teir báðir Erlendur fylgdust til Havnar.

Erlendur Patursson, ein av stovnarum og formaður Tjóðveldisfloksins, og Hans Marius Joensen vóru sera væl báðir og samstarvaðu tætt politiskt. Hans Marius var altíð trúgvur mótvegis politisku málum sínum og tí áliti, hann hevði fingið at umboða Sandoynna.

Umframt málið at fáa skeytið uppá egna land okkara, so vóru tað verkafólkið og sjómaðurin, sum fyltu í politiska hugaheiminum hjá Hans Mariusi. At arbeiði skuldi vera til allar hendur og at allir føroyingar, eisini tey á leysu oyggjunum, áttu rætt til góðar umstøður og framburð. Gott ferðasamband varð givin táttur í hesum máli hansara, og tí vóru Skopunar havn og Gamlarætt av serliga týðandi málunum at fáa framd.

Hann var vitugur maður, og sum útróðrarmaður samstarvaði hann við Fiskirannsóknarstovuna fyri at savna vitan. Hann var ein av hesum útróðrarmonnum, sum trúði uppá stovnsrøkt og burðardygga veiðu, langt áðrenn tað hugtakið bleiv nútímans málburður.

Vinskipiligur og støðufastur, sosialur og sogligur - ein, sum ikki talaði í sinnismuni. Hann gjørdi seg ikki klókan uppá øll mál, men helt seg til tey mál, hann arbeiddi fyri, og tá hann tosaði, tá lurtaðu fólk, siga tey, sum kendu Hans Marius.

Hans Marius gekk eisini trúliga í kirkju. Tá børnini vóru smá, var tað vanlig sjón ein sunnudag at síggja Hans Marius, sunnudagsklæddan, koma við riðlinum av børnum á veg í kirkju. Eisini dámdi honum at vitja gudshús, var hann staddur uttanlands, við áhuga fyri fólki og mentan aðrastaðni.

Stóra fylgið, sum heilsaði familjuni og fylgdi Hans Mariusi til gravar, vitnaði um ein væl lýddan mann, sum var trúgvur ímóti landi og fólki, familju og vinum. Djúpa samkenslu senda vit børnunum við familju og øllum tykkum hansara kæru, sum eftir sita.

Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um tingmannin Hans Marius Joensen.

Fari at biðja tingfólk at reisast, so vit í tøgn eina løtu saman kunnu minnast hendan heiðursmann.

 

Á Løgtingi, 10. oktobur 2024

Bjørt Samuelsen

løgtingsforkvinna