Minningarorð: Bjarki H. Johansen, Sandavági farin

Felagið Sjósavn og mentanarhús í Vágum skrivar

Í dag ( gjár ) komu boðini um, at ein av okkara eldsálum í felagnum "Sjósavn og mentanarhús í Vágum" Bjarki H. Johansen, Sandavági, var deyður einans 72 ára gamal.

Bjarki var sera íðin í arbeiðinum at klárgera skipið "Marna", sum er ein týðandi partur av verkætlanini at fáa bygt eitt sjósavn og mentanarhús í Vágum.

Bjarki hevur siglt nógv ár sum maskinmeistari og tá hann gavst at sigla sum sjómaður, brúkti hann nógva tíð og orku í felagsskapinum saman við fleiri øðrum monnum í Sandavági og Miðvági, har fleiri vóru uppilagstir sjómenn. Felags fyri allar var, at teir gjarna vildu vera við at byggja eitt sjósavn, sum kundi varðveita okkara søgu, sum siglandi tjóð.

Gongdin í verkætlanini hevur verið sera tung og tíðarkrevjandi við nógvum mótspæli, men kundu vit saman við Bjarka gleðast um, at verkætlanin umsíðir fekk rúmd í Sørvági og soleiðis ikki fór fyri bakka.

Bjarki hevur verið við alla tíðina frá byrjan og til hann legði árarnar inn. Bjarki var við, tá byggisáttmálin varð undirskrivaður og saman við okkum kundi gleðast um, at byggingin kundi fara í gongd.

Sera harmiligt er, at Bjarki ikki kemur at kunna fylgja við í byggingini og síggja verkætlanina blíva til verunleika.

Vit koma at sakna Bjarka, sum ein góðan vin, ið var serstakliga stillførur, arbeiðssamur, dugnaligur, álítandi og altíð til reiðar at taka eina hond í.

Góða Elsa og børnini Mai-Britt og Lis við familju, við djúpastu samkenslu í sorgini og sakninum eftir manninum, pápanum og abbanum Bjarka, sum vit minnast við stórum takksemi.

Felagið Sjósavn og mentanarhús í Vágum.