Minningarhald
Í dag skipar bátafelagið Noddoddur á Tvøroyri fyri almennum minningarhaldi fyri Karlu Dana, sum fórst við Naddoddi, sum silgdi úr Føroyum til Noreg.
Karla Dana var úr Meksiko, men var búsitandi í Orlando, Florida í USA. Karla Dana gjørdist 29 ára gomul.
Minningarhaldið verður í Naddoddaneystinum fríggjadagin 20. september klokkan 17.
Seksæringurin, við seks persónum, fórst út fyri norsku strondina 27. august
Málið við ferðini varð at royna at sigla teinin í opnum báti, júst sum víkingarnir gjørdu fyri meira enn 1000 árum síðan