Heilsufrøði CHeilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið taka frástøðu
Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið, skulu við hesum skrivið, taka frástøðu frá, at Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, hevur givið loyvi til royndarvirksemi, har loyvið er givið til at Miðnám á Kambsdali kann byrja uppá nýtt fak, Heilsufrøði C.
Heilsuhjálparafelagið og Heilsurøktarafelagið vilja við hesum gera vart við, at nýggja fakið, námsætlan og námsskipan, ikki eru løgd fyri fakfeløgini, og at vit tískil ikki eru hoyrd um innihald í og skipan av fakinum. Í umsóknini, sum vit hava fingið innlit í, stendur at við lærugreinini “Heilsufrøði C- stig” er ætlanin at veita næmingum eitt grundleggjandi innlit í umsorganar- og heilsuøkið og kveikja áhuga fyri útbúgving og starvi innan hesi øki.
Tankin er góður nokk, men hvørki fakfeløg ella Heilsuskúlin hava verið kunnað um ætlanina, hóast umsóknin varð send BUMR í september í 2023, og arbeiðið helst hevur verið ígongd í rúma tíð áðrenn tað.
Á Heilsuskúla Føroya er eitt útbúgvingarráð, har broytingar í útbúgvingunum verða lagdar fyri ráðið, áðrenn broytingar verða framdar, soleiðis at fakfeløgini á økinum verða hoyrd, saman við øðrum avvarðandi pørtum á økinum.
Og soleiðis flyta vit okkum yvir til næsta trupulleika í hesum. Ein av limunum í útbúgvingarráðnum á Heilsuskúla Føroya, hevur verið við til at uppbyggja nýggja fakið fyri Miðnám á Kambsdali. Hetta taka vit frástøðu frá, og vænta sjálvsagt at limir í ráðnum, eru loyalir yvir fyri Heilsuskúlanum.
Vit kunnu ikki góðtaka at ein limur í útbúgvingarráðnum á Heilsuskúlanum, hevur arbeitt aftanfyri ryggin á ráðnum í so langa tíð, uttan at hava kunnað ráðið um, at hetta arbeiðið hevur verið í gongd, og at viðkomandi hevur verið partur av tí.
Tað er trupult at hava álit á, at viðkomandi veruliga ynskir at kveikja áhuga fyri útbúgvingunum á Heilsuskúla Føroya, tá viðkomandi er við til menningararbeiði innan sama økið, á øðrum skúlum í Føroyum.
Eingin ivi um, at hetta er ein áhugaverd lærugrein, men mannagongdin er heilt skeiv.
Hvørki avvarðandi fakfeløg ella Heilsuskúli Føroya eru kunnaði um umsóknina/uppskotið, og vit blivu heldur ikki hoyrd, áðrenn loyvið bleiv givið til at byrja uppá fakið
Vallærugreinin Heilsufrøði C er beinleiðis okkara fakøki. Samstundis er innihaldið í hesum fakinum, samansett av innihaldinum í námsætlanunum fyri fak, sum eru partar av heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingunum.
Útbúgvingarráðið fyri heilsuhjálparaútbúgvingina og heilsurøktaraútbúgvingina skal ummæla námsskipans skúlans, námsætlanir fyri lærugreinirnar, innihaldið annars í útbúgvingunum, umframt viðgera viðkomandi mál, sum hava týdning fyri útbúgvingarnar. Tí undrar tað okkum almikið, at útbúgvingarráðið ikki er tikið við í tilgongdini og fær hetta ein at hugsa, um rot er í skipanini?
Í innlitinum felagið hevur biðið um frá BUMR, síggja vit at tað eru leiðarar fyri eldrarøktina í norðurøkinum, sum hava sitið í hesum arbeiðsbólkinum, sum hava tikið stig til hesa lærugreinina, har ein teirra er limur í útbúgvingarráðnum.
Tá ein er limur í Útbúgvingarráðnum, skal loyaliteturin liggja har og tískil heita vit á BUMR, um at taka loyvið aftur og taka viðkomandi partar við, sum vara av økinum, tað verið seg avvarðandi fakfeløg og Heilsuskúlin, ið hava neyðugu førleikarnar.
Eitt annað sum vit eru bangin fyri er, at hetta kann gerast ein glíðibreyt, har miðnámsskúlar fara at fáa loyvi til at upprætta fleiri fak, innan økið, og soleiðis máa støðið undan heilsuútbúgvingunum sum vit kenna tær í dag.
Hvør kemur tá at definera heilsuútbúgvingarnar í Føroyum? Sjúkrarøktarfrøðingar?
Eingin heilsuhjálpari ella heilsurøktari hevur verið við til at seta nýggja fakið fyri Miðnám á Kambsdali, saman, men einans sjúkrarøktarfrøðingar.
Vit vita væl at sjúkrarøktarfrøðingar eru dugnalig fólk, men vit góðtaka ikki, at hesi einsamøll sleppa at definera okkara fakøkið.
Mary Antonsdóttir, forkvinna Bingerð H. Fosságil, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya Heilsurøktarafelagið