Metingin hjá Fiskamarknaðinum

Partrolararnir fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski  

METING FYRI VIKU 14 

Línuskip: Tvey frystilínuskip eru við Ísland, fýra eru við Grønland og tvey eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin er harður og veðri verður ivasamt, so vit vanta ikki nógvan útróður, kanska nakað vestanfyri, tí tað verður liggjandi landnyrðingur. Fiskaríið er brúkiligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er úti. Hann fiskar svartkalva og kemur at landa eftir páskir. Hinir liggja við brygju.

Partrolarar: Øll, uttan trý, eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Nøkur landa í vikuni. Helst fer okkurt parið avstað, tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.