Metingin frá Fiskamarknaðinum

Trýggir ísfiskatrolarir fiska tosk á Íslandsrygginum

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar, tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Hitt liggur við bryggju.  Seks frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum,  tvey eru við Grønland og so er eitt á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.  

Útróður: Streymurin er brúkiligur.  Veðurvánirnar eru brúkiligar onkrar dagar, so vit vantað nakað av útróði.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir ísfiskatrolarir fiska tosk á Íslandsrygginum, men teir eru nýliga byrjaðir túr, so tað er ivasamt um nakar kemur inn í vikuni.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Vantandi landa øll í vikuni. Trý pør liggja við bryggju.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí og kemur hann helst at landað miðskeiðis í vikuni. Møguliga fer onkur út í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt.  Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her