Meting fyri fiskiskapin fyri komandi viku
Línuskip. Tvey ísfiskalínuskip er til fiskarí. Eitt á Íslandsrygginum og hitt er eystanfyri. Tað á Íslandsrygginum fiskar mest tosk og svartkalva, meðan hitt eystanfyri fiskar mest av longu. Tvey frystilínuskip eru ávegis á Flemish Kap og so eru tað nøkur sum hava verði á Flemish Kap, men sum nú fiska við Føroyar. Tey sum fiska við Føroyar fáa mest av longu og brosmu, meðan tey á Flemish Kap fáa tosk.
Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi og ein er í føroyskum sjógvi.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.
Trolbátar: Ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og so er ein á landleiðini. Hann fær eina blanding av toski og flatfiski. Báðir landa vantandi fyrst í vikuni. Møguliga fer onkur trolbátur avstað um vikuskifti.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.