Meta um hjartaheilsuna á alilaksi
Firum við í slóðbrótandi verkætlan
Firum hevur luttikið í stórari granskingarverkætlan, sum fer at gera tað skjótari og nemmari at meta um hjartaheilsuna á alilaksi. Úrslitini frá verkætlanini eru nú útgivin í altjóða tíðarriti.
> Greinin kann lesast HER
Heidi S. Mortensen, lívfrøðingur og PhD lesandi luttók vegna Firum í granskingarverkætlanini saman við einum toymi av granskarum úr Noregi og Svøríki. Leikluturin hjá Heidi og Firum var at innsavna og avmynda 773 hjørtu frá øllum trimum føroysku alifeløgunum og at verða við at greina data frá kanningunum.
Longu í 2003 varð staðfest í norskari kanning, at hjørtur á alilaksi víktu frá hjørtum á villum laksi. Hjørtuni hjá villum laksi eru meiri avlong og tríkantað, meðan hjørtur hjá aldum laksi eru styttri og meiri avrundað. Kanningar hava víst, at avvíkjandi hjørtu føra við sær at hjartað ikki virkar optimalt, og er fiskurin tí meiri sárbærður í mun til strongjandi handfaring, so sum avlúsing.
Kanningar hava eisini víst, at tað eru serliga ávís avvíkjandi formaði hjørtu, sum eru sett í samband við økt felli vegna strongjandi handfaring. Hjartaskapið á alilaksi kann tí siga nógv um “robustheitina” hjá laksinum, og tí kunnu kanningar av útsjóndini á hjørtum hjá laksinum nýtast ítøkiliga at meta um hvussu robustur alilaksur er td. tá teir skulu avlúsast.
Kanningar av útsjóndini av hjørtunum hevur vanliga verði gjørd manuelt. Henda mannagongd er sera tíðarkrevjandi og kann eisini verða undirløgdr subjektiviteti, sum førir við sær, at mátingarnar ikki altíð eru heilt rættar. Tí var endamálið við hesi verkætlan at menna eina mannagongd, sum er standardiserað og kann gerast automatisk, og harvið bæði skjótari og neyvari.
Hesin háttur at máta laksahjørtu er nýggjur og tískil slóðbrótandi. Hátturin at kanna laksahjørtu kann hava ítøkiligan týdning at skilja og minkað um hjartafeilir og samstundis økja um laksaheilsuna.
Myndirnar niðanfyri vísa munin á at gera mátingar av hjørtunum manuelt (reyðar strikur) og at gera tær standariseraðar, talgilt og automatisk (grønar strikur). Her sæst, tá menniksju gera mátingarnar manuelt passa tær ikki altíð.
FLEIRI MYNDIR HER Firum við í slóðbrótandi verkætlan