Maskinmeistarafelagið og KAF nærkast semju

Tað sigur Terje Sigurðsson

Samband er framvegis millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, væntar, at tað gongur neyvan long tíð, til partarnir nærkast semju.

Semingsstovnurin kom upp í sáttmálatrætuna fyrst í juli. 

3. september fóru Maskinmeistarafelagið og KAF hvør til sítt uttan at semingsuppskot var lagt fram.

Men enn er verkfall fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá IRF og SEV, ikki lýst.

Terje Sigurðsson sigur, at samband er aftur millum partarnar, og Semingsstovnurin fylgir við gongdini á síðulinjuni, sum hann málber seg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum HER  Semingsmaðurin: Maskinmeistarafelagið og KAF nærkast semju | Kringvarp Føroya (kvf.fo)