Makrelur sum stuðul - HOYR BREDDAN
Dennis Holm var greiður, tá hann kom til sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Brúksskylda skal vera galdandi fyri uppsjóvarfisk eisini, soleiðis at tey sum fáa kvotur frá landinum eisini skulu fiska tær - eisini línuflotin, sum fær makrelkvotur.
HOYR SENDINGINA HER Breddin | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Í verandi lóg er eitt undantak, sum merkir, at línuskip og garnabátar, sum fáa makrel kunnu selja kvoturnar víðari til onnur at fiska.
Tað skal steðgast, heldur Dennis Holm, men hann hevur kortini ikki ásetingina í lógaruppskotinum, sum er á veg í tingið.
Ætlanin er at broyta lógina um skatting av sølu, tá loyvir verða endaliga avhendaði fyrst. Hetta tí hann væntar at loyvishavarar til línuskip fara at avhenda makrelkvoturnar, sum eru galdandi tey næstu 11 árini. Men gera tey tað verður vinningurin skattaður við 67 prosentum í galdandi lóg.