Mærsk gevst í Sýria
1. desember gevst Mærsk við øllum sínum virksemi í Sýria, og eftir tað fer fyritøkan ikki longur at bjóða seg fram at flyta farm til og úr Sýria.
Tað skrivar Mærsk á síni heimasíðu.
- Av tí at nógv tiltøl raka Sýria, hevur handilsvirksemið longu verið rættiliga avmarkað, og Mærsk hevur tí havt avmarkað virksemi í Sýria í samsvari við altjóða tiltøkini. Seinastu tíðina er hetta vorðið upp aftur størri logistisk avbjóðing, og vit hava tí gjørt av at gevast heilt við virkseminum, skrivar Mærsk á heimasíðuni.
Sostatt fer Mærsk ikki at sigla upp á Sýria eftir mánaðarskiftið.
Seinasta Mærsk-skipið í sýriskari havn verður Mærsk Narmada 28. november.
Tað skrivar Emil Lisberg Jacobsen á kvf.fo