M/S Helena skal søkkjast á Borðoyarvík út fyri Norðoyri
Umhvørvisstovan: Við heimild í § 21, stk. 1 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum hevur Umhvørvisstovan 17. juni 2024 givið áhugabólkinum Reynsmúla loyvi til at søkkja M/S Helenu á Borðoyarvík út fyri Norðoyri. Loyvið tekur støði í, at alt dálkandi verður tikið burturúr skipinum, áðrenn tað verður søkt, og at skipsvrakið verður nýtt til kavingarendamál. Skipið verður lagt á 25 metra dýpi á havbotnin vestanfyri vrakið av útróðrarbátinum Reynsmúla (sí mynd niðanfyri).
Loyvið er latið grundað á upplýsingar frá áhugabólkinum Reynsmúla um verkætlanina og ætlaða kavingarvirksemið.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal, í seinasta lagi 17. juli 2024, sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella til us(at)us.fo
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.
Les meira um at kæra her.
Leinki til góðkenningina her.