Lønardeildin bíðar eftir boðum um samráðingarleistin

Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, sigur, at hann bíðar enn eftir boðum úr Fíggjarmálaráðnum um samráðingarleistin.

Fleiri fakfeløg bíða

Nú bíðar Lønardeildin eftir boðum úr Fíggjarmálaráðunum um samráðingarleistin hjá nýggju samgonguni.

Fakfeløgini, sum bíða, eru Lærarafelagið, Akademikarafelagið, lærarar á Vinnuháskúlanum, Kommunulæknafelagið, Havnar arbeiðskvinnufelag og Heilsurøktarfelagið, har er Komunala arbeiðsgevarafelagið eisini við í samráðingunum. 

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo, sum eisini eigur myndina.