Løgtingsformaðurin loysir Bárð á Steig Nielsen, løgmann, úr embætinum í dag

Tað var á middegi leygaerdagin, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sendi skriv til løgtingsformannin og bað um at verða loystur úr starvi.

Løgtingsformaðurin helt tað vera ov tíðliga at skipa formansrundina leygardagin. 

Í dag verður so formansumfar, og tá fara allir flokkarnir at vísa á, hvønn teir vilja hava at leiða samráðingarnar um eina nýggja samgongu, og hesin verður uttan iva Aksel V. Johannesen.