Løgreglan er umborð á skipinum hjá Paul Watson

Rescue Lív hevur í dag siglt løgreglufólk út á skipið hjá Paul Watson.

Seinnapartin í dag eru løgreglufólk úr Føroyum farin umborð á skipið hjá Paul Watson, John Paul De Joria.

Tað er báturin hjá Havnar Bjargingarfelag, Rescue Lív, sum hevur ført løgreglufólkini út á John Paul De Joria, sum liggur beint eystan fyri 12 fjórðingamarkið.

Rescue Lív legði frá landi klokkan 11 fyrrapartin og var hjá John Paul De Joria umleið klokkan tvey seinnapartin.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv løgreglufólk eru farin umborð á John Paul De Joria, ella hvørji ørindi tey hava úti á skipinum. Michael Boolsen, fúti, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til ørindini hjá løgregluni.

Havnar Bjargingarfelag, sum eigur Rescue Lív, vil heldur ikki gera viðmerkingar.

John Paul De Joria hevur ligið eystan fyri 12 fjórðingamarkið síðan sunnudagin, tá skipið sigldi inn um 12 fjórðingamarkið fyri at leggja seg upp í grindadrápið í Havn. John Paul De Joria og manningin hjá Paul Watson vóru kortini ov sein til Havnar, og skipið sigldi tá útaftur um 12 fjórðingar, og hevur ikki verið innan fyri markið aftur síðani.

Tað skrivaði fm1.fo fyrr í dag