Løgmaður vitjaði Bakkafrost í New Jersey

Mánadagin 19. september vitjaði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, virkið hjá Bakkafrost í New Jersey í sambandi við, at løgmaður luttekur á ST aðalfundi í New York.

Tað skrivar bakkafrost.fo


Bakkafrost hevur síðani 2018 havt sølu- og framleiðsludeild í USA, og í 2020 varð nýtt og tíðarhóskandi virkið bygt við nýggjastu framleiðsluútgerð og góðar umstøður til avskiping.

Tað var leiðari fyri Bakkafrost USA, Hanus Jacobsen, ið var vertur fyri vitjanini, og løgmaður fekk eina rundvísing og frágreiðing um virkið, framleiðsluna og um útlitini fyri sølu av burðardyggum og heilsugóðum laksi til amerikanska marknaðin, ið framvegis er í stórari menning.

Tað starvast umleið 60 fólk á virkinum hjá Bakkafrost í New Jersey.