Ljóðsamrøða: Størri veiðigjald eigur ikki at koma óvart á vinnuna

Støða er ikki tikin til Russlandssáttmálan, men fiskiskapurin í norska partinum av Barentshavinum heldur fram, og tí er neyðugt við veiðigjaldi eisini næsta ár.

Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður, heldur, at veiðigjøldini hjá skipunum, sum fiska í Barentshavinum, er ógvislig, tí tey verða tvífaldað næsta ár.

Tað skrivar Kári Mikkelsenen á kvf.fo

Í útvarpstíðindunum á middegi setti hann eisini spurnatekin við, um landsstýrið ætlar at halda fram við fiskivinnusamstarvinum við Russland næsta ár, tí nýggju gjøldini fyri flotan í Barentshavinum koma í gildi 1. januar.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, sum eigur uppskotið um veiðigjøld sigur, at tað eigur ikki at koma óvart á vinnuna, at veiðigjøldini hækka, tí tað boðaðu allir flokkar, sum nú eru í samgongu, frá í valstríðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum HER https://kvf.fo/greinar/2023/03/10/ruth-vang-storri-veidigjald-eigur-ikki-koma-avart-vinnuna