Ljóðbrot: Brúksskylda á uppsjóvarfiski

Politiskt kjak: Heimaflotin skal ikki longur stuðlast við makrel.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at strika undantakið fyri brúksskyldu, tá tað kemur til pelagiska veiðu. Hóast tosað hevur verið um brúksskyldu í fleiri ár, hevur hon bara verið galdandi í tveir lítlar mánaðir. Í lógini er eitt undantak fyri pelagiskan fisk, og tað hevur inntil víðari merkt, at tá heimaflotin fær makrel sum stuðul, kunnu kvoturnar avhendast til onnur at fiska ár eftir ári. Hetta verður nú broytt tí brúksskylda skal leggjast á skipini sum fáa veiðiloyvini. Tað vil siga, at kann flotin ikki fiska kvoturnar mugu tær avhendast endaliga.

Limir í løgtingsins vinnunevnd skifta orð um málið í útvarpsstovuni. Tey eru Árni Skaale í Fólkaflokkinum, Uni Holm Johannesen í Javnaðarflokkinum, Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum og Annika Olsen í Tjóðveldi.

Tað skrivar KVF.fo HOYR  Breddin | Kringvarp Føroya (kvf.fo)