LJÓÐ-SAMRØÐA: Stuðul til heimaflotan, so hann kann koma fyri seg aftur
Stuðul til heimaflotan, so hann kann koma fyri seg aftur, er ein møguleiki, hildu tríggir av fýra limum í vinnunevndini, sum vóru í Breddanum fyrrapartin.
Annika Olsen úr Tjóðveldi, Erhard Joensen um Sambandsflokkinum og Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, halda tað vera í lagi at stuðla flotanum, sum í løtuni er í kreppu, at fóta sær aftur.
Hinvegin er Karlot Hergeirsson úr Framsókn ímóti at stuðla virksemi, tí tað ikki ber seg.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: https://kvf.fo/greinar/2023/06/21/heimaflotin-studul-kann-vera-ein-moguleiki