LÍV hjálpti útróðrarbáti

Fyrrapartin gjáramorgunin fekk MRCC fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði tørv á hjálp. Báturin var uppsteðgaður vestanfyri Sandoynna.

MRCC heitti á bjargingarbátin Lív, um at taka uppgávuna. Hann var hjá bátinum um 12 tíðina

Um 17 tíðina kom Lív á Sand við útróðrarbátinum.