Lira sleipað Ester á Runavík

Ester hevur fingið maskinbrek

Ester liggur við bryggju í Runavík, meðan skaðin verður kannaður.

Sambært revsitiltøkunum hjá landsstýrinum móti Russlandi í samband við kríggið í Ukraina er avmarkað hvørjar tænastur og veitingar russisk skip kunnu fáa í Føroyum.

Undantak verður kortini givið í samband við maskinbrek ella líknandi støður. 

Myndina eigur Helgi Abrahamsen.