Línubáturin Váðasteinur fekk í 1977 navn eftir serligum steini í Hoyvík

Johan í Hoyvík átti Váðastein

Fekk sendandi vakra mynd av línubátinum Váðasteini, mynd, sum Bambus tók, tá Váðasteinur fór royndarferð í 1977.

Johan í Hoyvík átti Váðastein, sum var bygdur á Tórshavnar skipasmiðju. Bátúrin er merktur 401 tons í skipalistanum.

Kom herfyri at hugsa um navnið Váðastein, har eg gitti, at talan má vera um stein einastaðni uppi í Hoyvík. Eftir at hava tosað við Hans Simonsen son Johan í Hoyvík, er søgan um navnið Váðastein komin á pláss, og søgan er áhugaverd.

Gjørdi skjótt av og koyrdi niðan í Hoyvík og tók nakrar myndir. Váðasteinur liggur niðri við sjóvarmálan vestan fyri dráttin í Hoyvikini. Tú kemur fyrst til urð, síðan hampuliga slætta  hella, og so ert tú hjá Váðasteini. Steinur, sum kann tykjast skædnaður úr bakkanum og endaður í fjøruni.

Tá Johan í Hoyvík í 1977 valdi ........LES ALLA GREININ HER Línubáturin Váðasteinur fekk í 1977 navn eftir serligum steini í Hoyvík - Hvannrók (hvannrok.fo)