LE CHAMPLAIN VITJAR TVØROYRI
Í dag vitjar marglætisferðamannaskipið le Champlain, Tvøroyri.
Skipið, ið er 131 metrar til longdar, er bygt í 2018 og nýumvælt í 2023. Umborð eru 184 ferðafólk og manningin telur 110. Skipið er heimahoyrandi í Frankaríki og hoyrir til fyritøkuna Ponant Cruises. Hetta er fyrsta ferð, at le Champlain vitjar Tvøroyri, men eitt nú hevur systurskipið, le Bellot, vitjað áður. Meira kunning um le Champlain er at síggja her https://en.ponant.com/le-champlain
Tað er Mouritsens bussar, ið samskipar vitjanina í Suðuroynni og Faroe Ship er agentur. Flestu ferðafólkini fara á bussferð kring Suðuroynna, og gongst eftir ætlan, so verður skipið á fjørðinum umleið á middegi.
Le Champlain verður væntandi seinasta ferðamannaskip at vitja á Tvøroyri í ár.
(Mynd: tauc.co.uk)