Landsstýrið hevur ikki heimild at fremja upprudding á privatari ogn í einum øðrum landi.
Stóri spurningurin hevur leingi verið: Hvat skal henda við føroyingahavnini? Skal hon ruddast upp, rívast niður ella ístandsetast og varðveitast – um so er, hvør skal so gera arbeiðið og fíggja tað?
Føroyingar eiga at rudda upp eftir sær í Føroyingahavnini.
Løgmansskrivstovan.
– Yvirskipað er landsstýrið av tí fatan, at uppgávan at fremja uppruddingina liggur hjá grønlendsku myndugleikunum. Landsstýrið hevur ikki heimild at fremja upprudding á privatari ogn í einum øðrum landi.
Tó avvísa Føroyar ikki luttøku í einari upprudding, umframt møguliga fígging.
– Tá ein neyvari uppruddingarætlan fyriliggur frá grønlendskari síðu, fer landsstýrið at kanna, hvussu stóra upphædd politisk undirtøka er fyri í løgtinginum fyri at lata grønlendingum at rudda upp í Føroyingahavnini.
Tað var áheitanin frá fyrrverandi landsstýrisformanni Kim Kielsen á løgmann Aksel V. Johannesen í 2016. Løgmaður lovaði at taka málið upp, og árið eftir gjørdu Landsverk og Tjóðsavnið eina kanning av bygningunum í Føroyingahavnini saman við Grønlands Nationalmusseum.
Niðurstøðan var, at standurin er so ringur, at best er at rudda økið og burturbeina støðina.
LES EISINI: Stór myndarøð: Føroyingar á ferð í Føroyingahavnini
Hendan greinin var prentað í serútgávuni hjá Sosialinum um "Føroyingar í Nuuk" í august.
LES EISINI: Stór myndarøð: Føroyingar á ferð í Føroyingahavnini
Myndin er frá facebook. Eigari er Eyð Dam.