Kunnu fólkini í fiskavirkisskipanin heldur fara til skips?
Búskaparráðið sigur í heystfrágreiðing síni, at ein háttur at økja um arbeiðsútboðið, er at avtaka fiskavirkisskipanina.
Búskaparráðið sigur: "Fiskavirkisskipanin er skeiklandi fyri arbeiðsmarknaðin, tí hon minkar um tilskundanina hjá arbeiðismegini at flyta seg til tey arbeiðsøki og tær vinnur, ið tørva arbeiðsmegi. Hetta er eisini galdandi fyri útlendsku arbeiðsmegina."
Føroya Fiskimannafelag tekur ikki støðu til, um fiskavirkisskipanin skal avtakast.
Vit hava mangan hoyrt reiðarar, at tað er ringt at fáa manning til føroysku skipini.
Um fiskavirkisskipanina verður avtikin, so er helst pláss fyri teimum fólkunum umborð á onkrum av føroysku skipunum.