Koma at royna mest á djúpum vatnið

Tað sigur skiparin Árni Zachariasen.

14. apríl kom nýtt fiskiskipi í føroyska flotan. Tað er frystilínuskipið Mars, sum Hálvdan Gudmundsen í Sandavági hevur keypt úr Grønlandi. Skipið hevur fyrr verið í føroyska flotanum og kallaðist tá Stapin.

-Skipið er í góðum standi og varð klassað í fjør. Sjálvandi eru tað nøkur ting sum skulu gerast, tí tað hevur ligið í trý ár. Tað sigur skiparin Árni Zachariasen.

-Frystievnið má skiftast. Í tí sambandið verða ventilar og annað á fyrstiútgerðini skift og kannað so frystiútgerðin verður í góðum standi, tá vit fara til fiskiskap. Vit skulu hava nýggja línu og annars skal skipið riggast til okkara vinnu. Skipið hevur tikið ímóti fiski í Grønlandi og tann útgerðin verður standandi umborð fyribils, sigur hann.

Uppá fyrispurning hvar teir koma at royna, svarar Árni.

-Nú fáa vit at síggja, men eg rokni við, at summarhálvárið koma vit at royna á djúpum vatni við Føroyar.

Vit vóna at fáa nakrar dagar á Føroya Banka, og so koma vit annars at royna á heimligum leiðum.

-Vit verða 14–15 mans við, harav fýra útlendingar. Eg vóni vit verða klárir at fara avstað um eina góða viku, men tað er sum oftast drúgvari enn vænta, at rigga skip til, sigur Árni Zachariasen.

Mars er bygdur í 1988, er 34 metrar langur og 8,2 metrar breiður og lastar 160 tons av frystum fiski. Motorurin er ein 855hk Caterpillar.

Skipið hevur fyrr kallast: Polar Uummannaq, Uummannaq, Stapin, Gandi, Loran og Tromsø.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir reiðarínum tillukku og Guds signing við Mars.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum, sum eisini eigur myndina

(2) Facebook